Eftirløn

Eftirlønin hjá limunum í Føroya Arbeiðarafelag er skipað í eina lívrentuskipan.

Eftirlønargjalidð sum er 10 %, skal arbeiðsgevarin rinda afturat lønini samstundis sum lønin verður flutt á konto nr. Eik Banki 9181-480.302.9

Hetta er galdandi fyri øll sum arbeiða innan sáttmálaøkið hjá Føroya Arbeiðarafelag, óansæð aldur.


Eftirlønargjald til pensiónistar frá 01.01.2014

Feløgini á privata arbeiðsmarknaðinum - FA, HAF, HAK, KAMF og KLKV øðrumegin og FAG hinumegin, eru samd um, at tey, sum hava nátt fólkapensiónsaldur, fáa ístaðin upphæddina, sum skuldi verið flutt sum eftirløn, útgoldna sum løn. Áðrenn upphæddin verður goldin, verða gjøld, sum skulu rindast samstundis sum lønin, tikin av upphæddini, soleiðis at útreiðslan hjá arbeiðsgevara verður óbroytt.

Tað vil siga, at pr. 1. januar 2016 verða 8,60 % løgd omaná lønina hjá tímaløntum fólkapensjónistum og 9,45 % løgd omaná lønina hjá fólkapensjónistum sum halda feriu við løn.