Samtak-kort

HVAT ER LIMAKORTIÐ?

Limaskapur í Føroya Arbeiðarafelag gevur tær eisini eitt Samtak kort, sum er eitt limakort, sum gevur avsláttur frá fyritøkum, sum avtala er gjørd við. Á heimasíðuni www.samtak.fo kanst tú síggja yvirlit yvir allar avsláttaravtalurnar og   um   tínar limafyrimunir   sum heild. Hevur tú limakortið við tær til handils, har avtala er um avsláttur, skalt tú vísa tað innan tú rindar fyri vøruna, so verður avslátturin drigin frá.

Á heimasíðuni www.samtak.fo kanst tú finna upplýsingar um arbeiðsmarknaðin og tíni rættindi sum heild.