Tímaløn

 Felagið hevur eina minstu tímaløn á kr. 123,09 pr. 1. mai 2016.

Ungdómar 14 ár fáa 50%, 15 og 16 ár 75% av vaksnamannalønini, bæði fyri normal- og yvirtíð. 

Alt eftir hvat arbeiði ein hevur og hvussu leingi ein hevur verið í starvið, eru ávísar viðbøtur sum limurin hevur rætt til. Lesast kann nærri um tað her.

Sambært grein 11 í høvuðssáttmálanum skal ein altíð hava løn fyri í minsta lagi 2 tímar, sjálvt um arbeiðið varir styttri.

 

Yvirlit yvir normallønina frá 1960 til dagsdato sæst her