Trygging

Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðsmannafelag hava valt ALKA Forsikring sum veitara av samlagslívstrygging til limirnar, tí ALKA lýkur tey krøv og tey ynski vit hava til kundatænastu til limir okkara og samstarv sum heild. ALKA hevur meira enn 100 ára royndir innan tænastur serliga til løntakarar, tí tað eru feløgini hjá løntakarum í Danmark, sum eiga ALKA. Umboð fyri fakfeløgini mynda nevndina í ALKA og hava tí avgerðarrættin tá talan er um yvirskipaða politikkin hjá ALKA.

Bóklingurin sum er galdandi fyri samlagstrygging okkara sæst her

Talan er um eina samhaldsfasta (kollektiva) skipan, har løntakarin er tryggjaður frá tí degi hann gerst aktivur limur.

Tryggingin dekkar:

  • Útgjald við deyða (01.01.17 kr. 363.432,00)
  • Útgjald í sambandi við hættisliga sjúku (01.01.17 kr. 90.857,00),
  • Útgjald við hættisliga sjúku hjá børnum (01.01.17 kr. 90.857,00),
  • Útgjald við 67 ára aldur – tó bert hjá teimum sum hava verið ávíst áramál í skipanini (01.01.17 kr. 100.000).

Limur, sum gerst sjúkur ella arbeiðsleysur kann halda áfram í tryggingini, um hann sjálvur hvønn mánað rindar tryggingargjald til Føroya Arbeiðarafelag.

Hetta tryggingargjald er frá 1. jan. 2011 kr. 300,00 pr. mðr.

Konto nr. at rinda gjaldið inn á, fæst við at venda sær til limafelagið ella Føroya Arbeiðarafelag.

Ynskir limur at broyta, hvør fær útgjaldið sambært "næsti avvarðandi", skal limurin útfylla hetta skjal og senda tað til ALKA.

Um tú hevur tørv á ráðgeving og hjálp, so skal tú bara ringja til okkum sum vanligt.

Vinarliga

Føroya Arbeiðarafelag

Georg F. Hansen, formaður