LÍVSTRYGGINGARSKIPANIN

Føroya Arbeiðarafelag hevur eina samhaldsfasta (kollektiva) skipan, har løntakarin er tryggjaður frá tí degi hann gerst aktivur limur og rindar gjøldini. Tryggingin dekkar:

Útgjald við deyða (01.01.17 kr. 363.432,-)
Útgjald í sambandi við hættisliga sjúku (01.01.17 kr. 90.857,-)
Útgjald við hættisliga sjúku hjá børnum (01.01.17 kr. 90.857,-)
Útgjald við 67 ára aldur – tó bert hjá teimum sum hava verið í skipanini samanhangandi tey síðstu 10 árini tvs frá 57-67 ár (01.01.12 kr. 100.000,00).

Limur, sum gerst sjúkur ella arbeiðsleysur kann halda áfram í tryggingini, um hann sjálvur hvønn mánað rindar tryggingargjald til Føroya Arbeiðarafelag, og hetta skal gerast innan 3 mánaðir frá tí at hann er givin at arbeiða. Hetta tryggingargjald er í dag kr. 300,- pr. mð.

Minnist til, at mann skal byrja at rinda beinanvegin, men vit hava givið limunum eina freist á 3 mánaðir at fáa hetta í rættlag við at rinda – men minnist so til, at:

um mann byrjar at rinda tá 2 mánaðir eru farnir, so skal man rinda kr. 600,- fyrstu ferð og síðani kr. 300,- pr. mð. framyvir
um mann bíðar til 3 mánaðir eru farnir má mann rinda kr. 900,- fyrstu ferð og síðani kr. 300,- pr. mánað framyvir.
Og hevur mann ikki rinda gjøldini fyri hesar mánaðirnar áðrenn 3 mánað freistina, er mann ikki tryggjaður meira.

Persónur sum fer í skúla ella at arbeiða innan annað sáttmálaøki, sum t.d. handverkari og verður limur í handverkarafelag kann tó ikki halda fram í skipanini hjá Føroya Arbeiðarafelag.