Um felagið

Føroya Arbeiðarafelag var stovnað 18. desember í 1925 av lokalum arbeiðara- og fiskimannafeløgum. Fyrsta Arbeiðarafelagið var stovnað nøkur ár frammanundan á Tvøroyri. Í grein1 í uppskoti til lóg FA stóð:

»Felagsins navn er Føroya Arbeiðarafelag. Í felagnum standa tey arbeiðsmannafelag og fiskimannafeløg og aðrar arbeiðaraorganisatiónir, sum á løgligan hátt eru upptiknar og rinda hitt ásetta limagjaldið.«

Vegna ymisk áhugamál, gjørdist FA ongantíð landsfelagið hjá øllum fakfeløgum í Føroyum. FA varð felagið hjá ófaklærdum á landi. FA var nýtt til at føra kollektivar sáttmálasamráðingar við lokalar arbeiðsgevararnar. 18 ár eftir stovnanina av FA var Føroya Arbeiðsgevarafelag stovnað, og síðani hava FA og FAG samrátst um sáttmála á privata arbeiðsmarknaðinum.

Tað var ikki altíð lætt at stovna arbeiðarafeløg. Andstøðan var mangan hørð bæði frá arbeiðsgevarum og arbeiðarum. Nógv dømi eru um, at arbeiðsfólk, ið gingu á odda at stovna arbeiðarafeløg, mistu arbeiði. Summastaðni noyddust fakfelagsfólk enntá at rýma úr heimstaðnum. Í dag verður tað av nógvum sæð sum ein sjálvfylgja, at verða limur í fakfelag. Kortini eru enn arbeiðsgevarar, sum nokta arbeiðsfólki at verða limur í fakfelagi, hóast hetta er ein mannarættur, sum er staðfestur við lóg.

Stjórnin í Føroya Arbeiðarafelag

Georg F. Hansen, form
Elin Sørensen, næstforkv
Jógvan Páll Johansen
Sunrid Vang
Suni Mortensen
Julia Hansen
Amy Jacobsen
Miðvágur
Tórshavn
Haldórsvík
Froðba
Hov
Æðuvík

Sørvágur 
212419
512101
226404
228720
283698
219598