Aðalfundur í Eftirlønargrunninum
12/01/2018

Aðalfundur í Eftirlønargrunninum

Aðalfundur hjá Eftirlønargrunni Føroya Arbeiðarafelags

 Aðalfundur grunsins verður fríggjadagin 9. Februar 2018 kl. 10.00 á Hotel Hafnia, Tórshavn.

Uppskot til aðalfundin skulu vera nevndini skrivliga í hendi innan 30. Januar 2018.

 Dagsskrá sambært § 5, stk. 5 í viðtøkum grunsins:

1)   val av fundarstjóra

2)   frágreiðing frá nevndini um farna ár

3)   framløga av ársroknskapi við grannskoðaraátekning til góðkenningar

4)   val av nevnd

5)   val av grannskoðara

6)   innkomin uppskot (herundir viðtøkubroyting)

7)   ymiskt

 

Aftaná 30. Januar 2018 kunnu limir grunsins síggja møgulig innkomin uppskot á skrivstovu felagsins.

Nevndin