Endamálið við lógini er at veita endurgjald til persónar, ið koma fyri skaða, ella teirra avvarðandi, orsakað av óhappi í sambandi við útinnan av arbeiði.
Arbeiðsskaðatryggingarlógin hevur fleiri týðandi broytingar við sær:
Bráðliga hendir lyftiskaðar
Umframt vanlukkutilburðir, ið standast av arbeiði ella teimum viðurskiftum, arbeitt verður undir, og stutttíðar skaðalig árin, ið vara í mesta lagi 5 dagar, verður nú eisini brádliga hendir lyftiskaðar at rokna sum arbeiðsskaða.
Vinnusjúkur
Økið fyri vinnusjúkur verður víðkað, og møguleika verður fyri at
viðurkenna fleiri sjúkur sum vinnusjúkur.
Allir arbeiðsgevarar, heruppií Land og kommunur og sjálvstøðugt vinnurekandi, skulu rinda gjald til Vinnusjúkugrunnin.
Sjálvstøðugt vinnurekandi
Umframt at ein og hvør arbeiðsgevari hevur skyldu til at tryggja arbeiðsfólk sítt, skulu nú eisini øll sjálvstøðugt vinnurekandi frá 1. januar 2010 hava teknað arbeiðsskaðatrygging fyri egnan persón.
Tryggingarskylda
Bert Landið kann velja at vera sjálvtryggjað, t.v.s at t.d. allar tær føroysku kommunurnar frá 1. januar 2010 skulu hava teknað arbeiðsskaðatrygging hjá einum tryggingarfelag.
Veitingarnar
Veitingarnar verða hækkaðar og víðkaðar. Veitingarnar sambært
arbeiðsskaðatryggingarlógini eru
- útreiðslur til sjúkuviðgerð og hjálpitól
- dagpeningur
- endurgjald fyri mist vinnuføri
- skaðabót fyri varandi mein
- endurgjald fyri miss av uppihaldara
- skiftisveiting til eftirsitandi hjúnafelaga
Arbeiðsskaðatryggingarlógin verður umsitin av Vanlukkutryggingarráðnum, ið er mannað við einum dómara frá Føroya Rætti, einum lækni og 3 nevndarlimum, sum landsstýrismaðurin tilnevnir.
Arbeiðsskaðatrygging skal teknast hjá P/F Tryggingarfelagnum Føroyar ella P/F Trygd.
Arbeiðsgevarin (tann sjálvstøðugt vinnurekandi) skal fráboða arbeiðsskaðar til tryggingarfelagið, har arbeiðsskaðatrygging er teknað. Landið skal fráboða til Vanlukkutryggingarráðið.
Vinnusjúkur skulu fráboðast til Vanlukkutryggingarráðið.
Oyðubløð til fráboðan fáast hjá tryggingarfeløgunum og Vanlukkutryggingarráðnum, og kann eisini heintast á heimasíðuni hjá Vanlukkutryggingarráðnum (www.sorinskrivarin.fo), har meira er at lesa um arbeiðsskaðatrygging.