Eftirløn

Eftirlønin hjá limunum í Føroya Arbeiðarafelag er skipað í eina lívrentuskipan.

Eftirlønargjaldið sum er 11,2 %, skal arbeiðsgevarin rinda afturat lønini samstundis sum lønin verður flutt á konto nr. Betri Banka 9181-480.302.9.

Hetta er galdandi fyri øll sum arbeiða innan sáttmálaøkið hjá Føroya Arbeiðarafelag, óansæð aldur.

Eftirløn skal roknast av øllum lønarflytingum

Frítíðarlønin er partur av vanligu inntøkuni, og tískil skal eftirløn eisini rindast av frítíðarløn. Tá ið roknað verður, hvussu nógv skal rindast í eftirløn, skal frítíðarlønin takast við í útrokningargrundarlagið, t.e. leggjast aftur at vanligu inntøkuni, og síðan skal eftirlønarparturin roknast út. Sí meira her


Eftirlønargjald til pensiónistar

Feløgini á privata arbeiðsmarknaðinum - FA, HAF, HAK, KAMF og KLKV øðrumegin og FAG hinumegin, eru samd um, at tey, sum hava nátt fólkapensiónsaldur, fáa ístaðin upphæddina, sum skuldi verið flutt sum eftirløn, útgoldna sum løn. Áðrenn upphæddin verður goldin, verða gjøld, sum skulu rindast samstundis sum lønin, tikin av upphæddini, soleiðis at útreiðslan hjá arbeiðsgevara verður óbroytt.

Tað vil siga, at pr. 1. mai 2023, verða 9,58 % løgd omaná lønina hjá tímaløntum og 10,52 % løgd omaná lønina hjá teimum, sum halda feriu við løn.