Aðalfundur
Aðalfundur 2021

Aðalfundur hjá Eftirlønargrunni Føroya Arbeiðarafelags

 

Aðalfundur grunsins verður fríggjadagin 26. mars 2021 kl. 10.00 á Hotel Hafnia, Panorama, Tórshavn.

Uppskot til aðalfundin skulu vera nevndini skrivliga í hendi innan 18. Mars 2021. 

 

Dagsskrá sambært § 5, stk. 5 í viðtøkum grunsins:

1)   val av fundarstjóra

2)   frágreiðing frá nevndini um farna ár

3)   framløga av ársroknskapi við grannskoðaraátekning til góðkenningar

4)   val av nevnd

5)   val av grannskoðara

6)   innkomin uppskot (herundir  uppskot um samanlegging við øðrum eftirlønargrunni sambært grein 129 í lógini um tryggingarvirksemi og viðtøkubroytingar)

7)   ymiskt

Uppskotið til viðtøkubroytingar fevna í høvuðsheitum um víðkan av umboðunum, sum hava atgongd at møta og atkvøða á aðalfundi í grunninum, og broytingar í reglunum um tilnevnan og val av nevndarlimum. Harumframt er talan um aðrar broytingar, sum í høvuðsheitum eru tengdar at samanleggingini av grunnunum.

Aftaná 18. mars kunnu limir grunsins síggja fullfíggjaða uppskotið til viðtøkubroytingarnar og møguliga innkomin uppskot á skrivstovu felagsins.

Nevndin

Adalfundur 2020

Aðalfundur hjá Eftirlønargrunni Føroya Arbeiðarafelags

 

Aðalfundur grunsins verður fríggjadagin 28. Februar 2020 kl. 10.00 í hølunum hjá Havnar Handverkarafelag, Stoffalág 60, Tórshavn.

Uppskot til aðalfundin skulu vera nevndini skrivliga í hendi innan 14. Februar 2020

 

Dagsskrá sambært § 5, stk. 5 í viðtøkum grunsins:

1)   val av fundarstjóra

2)   frágreiðing frá nevndini um farna ár

3)   framløga av ársroknskapi við grannskoðaraátekning til góðkenningar

4)   val av nevnd

5)   val av grannskoðara

6)   innkomin uppskot

7)   ymiskt  – m.a. kunning og orðaskifti um aldurstillaging av íløgum

Aftaná 14. Februar 2020 kunnu limir grunsins síggja møgulig innkomin uppskot á skrivstovu felagsins.

Nevndin

Aðalfundur hjá Eftirlønargrunni Løntakaranna

Aðalfundur verður fríggjadagin 16. apríl, sí lýsing her