LÍVSTRYGGINGARSKIPANIN

Limur, sum gerst sjúkur ella arbeiðsleysur kann halda áfram í tryggingini, um hann sjálvur hvønn mánað rindar tryggingargjald til Føroya Arbeiðarafelag.

Tryggingin dekkar:

  • Lívstrygging fram til 67½ ár: 512.500,- (1/1-26)
  • Útgjad við bráðsjúkutrygging fram til 67½ ár: kr. 128.125,- (1/1-26)
  • Útgjald við hættisliga sjúku hjá børnum upp til 18 ár: kr. 128.125,- (1/1-26)
  • Útgjald við 67½ ára aldur – tó bert hjá teimum sum hava verið ávíst áramál í skipanini: kr. 100.000 (1/1-25)
  • ískoyti til hoyritól, 1 ferð pr. oyra, upp til kr. 4000,-  (byrjað 1/1-2025)
  • útgjald tá limurin fyllir 67,5 ár (ein treyt er her, at persónurin hevur verið limur minst 10 ár í alt og eisini hevur verið aktivur limur í løtuni seinastu 10 árini og goldið prosent – limagjald, lívstryggingargjald og eftirlønargjald hesi árini) í løtuni kr.100.000,- (1/1-26)

Hetta tryggingargjald er frá 1. jan. 2011 kr. 300,00 pr. mðr.

Konto nr. at rinda gjaldið inn á, fæst við at venda sær til limafelagið ella Føroya Arbeiðarafelag.

Um tú hevur tørv á ráðgeving, ert tú altíð vælkomin at venda tær til okkara.

Meira sæst at lesa í bóklinginum her.