Tann 4. mars verður aftur álitisfólkaskeið
25.02.2026

Tann 4. mars verður aftur álitisfólkaskeið

Hesaferð er tað Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðarafelag, ið saman skipa fyri søguskeiðinum: Arbeiðarafeløgini – garanturin fyri vælferðarsamfelagnum.
Skeiðshaldari verður Helgi Eidesgaard, ið bæði hevur skrivað bókina um Havnar Arbeiðarafelag og bókina um Føroya Arbeiðarafelag 📚
So vilt tú vita meiri um hvat 'Stríðið um kontantin' var, hví tað var neyðugt at fara í stríð ímóti bretska hersetingarvaldinum, og hví aðalverkfallið í 1951 gjørdist so hart, so er bara at melda til. Tí á hesum skeiði fært tú innlit í hesi – og nógv onnur – stríð, sum arbeiðarafeløgini hava tikið fyri føroyska arbeiðaran, og hví hesi stríð vóru neyðug at taka.
Vit gleða okkum til ein spennandi dag saman við okkara álitisfólkum 💪
Skeiði verður í hølunum hjá Havnar Arbeiðarafelag á Tinghúsvegnum í Havn, tann 4. mars klokkan 09.00-15.00.
Tilmeldingarfreistin er mánadagin 2. mars klokkan 12.00 og fer fram við at senda ein teldupost til fafelag@fafelag.fo