Føroya Arbeiðarafekag er limur í regnskjólsfelagnum Verkafólk.
Tað eru fleiri orsøkir og endamál við Verkafólki. Fakfeløg í Føroyum ætla sær í størri mun at seta dagsskránna í arbeiðsmarknaðarmálum.
Verkafólk vendir sær fyrst og fremst til limirnar, men eisini almenningin sum heild, og virkar fyri, at umstøðurnar hjá limum í fakfeløgum fáa størri rúmd í almenna rúminum.
Verkafólk er kunningaramboð, har fólk eitt nú kunna leita sær vitan um sáttmálar, rættindi sum heild, um lógir og um ymisk evni, ið eru tengd at arbeiðslívinum. Til dømis setur Verkafólk sjóneykuna á ALS, javnstøðu, lutfalsligt fátækradømi, arbeiðsmarknaðarlógir og trygd á arbeiðsplássum á landi og sjógvi v.m.
Í løtuni mynda Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðsmannafelag, Føroya Fiskimannafelag, Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag og Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag Verkafólk.
Verkafólk stuðlar undir verandi virksemi hjá fakfeløgunum og virkar í høvuðsheitum á yvirskipaðum stigi.
Les meira um Verkafólk á heimasíðuni