Rættindi

Ein sáttmáli (kollektivur sáttmáli) er tann skrivliga avtala, sum Føroya Arbeiðarafelag (fakfelagið) ger við Føroya Arbeiðsgevarafelag (arbeiðsgevarafelagið). Vanliga eru samráðingar annað hvørt ár og sáttmálin er tí vanliga galdandi tvey ár, tá so nýggjur sáttmáli verður gjørdur við teimum broytingum, sum partarnir semjast um.

Í sáttmálanum síggja vit m.a. hvør lønin er, hvørja uppsagnarfreist vit hava rætt til.

Sáttmálarnar kunnu tit lesa her

Felagið hevur eina minstu tímaløn á kr. 145,21 kr. pr. 1. mai 2022.

Ungdómar 14 ár fáa 50% fullu vaksnamannalønini; 15 og 16 ára gomul fáa 75% av vaksnamannalønini, bæði fyri normal- og yvirtíð; og 17 ára gomul fáa fulla løn.

Alt eftir hvat arbeiði ein hevur og hvussu leingi ein hevur verið í starvið, eru ávísar viðbøtur sum limurin hevur rætt til. Lesast kann nærri um tað her.

Sambært grein 11 í høvuðssáttmálanum skal ein altíð hava løn fyri í minsta lagi 2 tímar, sjálvt um arbeiðið varir styttri.

Yvirlit yvir normallønina frá 1960 sæst her