Er viðbótin røtt?

Serligt arbeiði gevur ofta serliga viðbót. Bæði høvuðssáttmálin og sersáttmálarnir geva tískil, í ávísum førum, rætt til viðbøtur av ymiskum slag. Hesar viðbøtur koma afturat tíni grundløn. Hetta kann til dømis vera yvirtíðarløn, viðbót fyri arbeiði í vikuskiftum, viðbót fyri serligt arbeiði ella fyri starvsaldur. Hetta eigur altíð at vera útgreinað á lønarseðlinum.