Fyri Føroya Arbeiðarafelag er tað av alstórum týdningi, at livistøðið hjá limunum ikki fer niður, tá ið teir, vegna aldur, fara av arbeiðsmarknaðinum. Tí er neyðugt við eini góðari eftirlønarskipan, sum kemur afturat Samhaldsfasta og pensjónini frá tí almenna.
Føroya Arbeiðarafelag hevur, síðani fyrst í hesi øldini, havt eina eftirlønarskipan fyri limir sínar. Hetta er ein lívrentuskipan, sum merkir, at tá ið tú gerst 67,5 ár, fært tú útgoldið eina mánaðarliga upphædd restina av lívinum. Støddin á upphæddini er tengd av, hvussu nógv tú hevur goldið inn í arbeiðslívinum.
Eftirlønargjaldið, sum arbeiðsgevarin rindar, er 12%.
pr. 1. mai 2025, verða 10,28 % løgd omaná lønina hjá tímaløntum og 11,29 % løgd omaná lønina hjá teimum, sum halda feriu við løn.