Fáa øll í Føroya Arbeiðarafelag eftirløn?

Fyri Føroya Arbeiðarafelag er tað av alstórum týdningi, at livistøðið hjá limunum ikki fer niður, tá ið teir, vegna aldur, fara av arbeiðsmarknaðinum. Tí er neyðugt við eini góðari eftirlønarskipan, sum kemur afturat Samhaldsfasta og pensjónini frá tí almenna.

Føroya Arbeiðarafelag hevur, síðani fyrst í hesi øldini, havt eina eftirlønarskipan fyri limir sínar. Hetta er ein lívrentuskipan, sum merkir, at tá ið tú gerst 67 ár, fært tú útgoldið eina mánaðarliga upphædd restina av lívinum. Støddin á upphæddini er tengd av, hvussu nógv tú hevur goldið inn í arbeiðslívinum.

Eftirlønargjaldið, sum arbeiðsgevarin rindar, er 10%.

Fyri pensjonistar sum arbeiða verður eftirløn ikki útgoldin, men løgd omaná lønina. Hjá tímaløntum pensjonistum, sum halda frí uttan løn, verða 8,60% løgd omaná og 9,45% verða løgd omaná lønina hjá tímaløntum pensjónistum, sum halda frí við løn.