Fái eg løn um børnini gerast sjúk?

Um barn títt er so óheppið at gerast sjúkt, kanst tú - um tú ert heima hjá barninum - fáa dagpening fyri barnsins 1. og 2. sjúkradag, um barnið er undir 14 ár. Til ber tilsamans at fáa fyri 10 sjúkradagar hjá barninum um árið, um treytirnar annars verða loknar.

Tær nýtist ikki at hava læknaváttan, men eina váttan frá arbeiðsgevara, sum váttar fráveru og inntøkumiss. Sjúkradagpeningurin er í mesta lagi 80% av eini arbeiðarainntøku. Dagupphæddin er kr. 882,40 + 12% í frítíðarískoyti