Hvat er ein vinnusjúka og hvønn rætt havi eg?

Føroya Arbeiðarafelag hevur hjálpt limum  við at fáa endurgjald fyri vinnusjúku. Ein vinnusjúka er sjúka, sum kemur av arbeiðnum ella  arbeiðsumstøðunum. Tú kanst  arbeiða í ringum umstøðum í longri tíð, áðrenn tú gerst varðugur við, hvørja heilsuliga ávirkan hetta hevur á teg. Vinnusjúkur kunnu vera hoyriskaðar, ryggtrupulleikar, lyftiskaðar o.s.fr. Sjófólk, flakafólk, vaskifólk og onnur, sum hava likamliga tung arbeiði, fáa oftari vinnusjúku.

Ein vinnusjúka er ikki tað sama sum arbeiðsskaði, sum er ein vanlukka, ið hendir á arbeiðsplássinum. Ein vinnusjúku kemur ofta líðandi. Ert tú í iva, um tú hevur eina vinnusjúku, so kanst tú seta teg í samband við felagið ella við vinnusjúkugrunnin.