Hvat geri eg um eg eri fyri mismuni vegna kyn?

Í javnstøðulógini er ásett, at tað ikki er loyvt at gera mismun á fólki vegna kyn - hvørki beinleiðis ella óbeinleiðis. Kvinnur og menn, sum halda seg hava verið fyri mismuni vegna kyn, kunnu kæra til Javnstøðunevndina. Set teg í samband við Javnstøðunevndina fyri at fáa  leiðbeining um framferðarháttin í sambandi við kærur.

Tú kanst til dømis kæra til Javnstøðunevndina, um tú metir teg vera, ella hava verið, fyri mismuni vegna kyn     á    arbeiðsmarknaðinum, til  dømis í sambandi við starvssetan, uppsøgn ella løn, ella um tú hevur fingið uppsøgn, av tí at tú ert við barn ella ert í barnsburðarfarloyvi. Sí meir á www.javnstoda.fo