Hvat geri eg um eg havi brúk fyri løgfrøðiligari hjálp?

Sum limur í Føroya Arbeiðarafelag fært tú ókeypis sakførara- og rættarhjálp. Hvønn hósdag kl 14:00 – 16:00 ber til at seta seg í samband við sakførara felagsins á tel. 312101, sum kann ráðgeva um løgfrøðilig viðurskifti.

Tú hevur møguleika at spyrja um viðurskifti viðvíkjandi arbeiðnum; men Føroya Arbeiðarafelag vil eisini hjálpa limum sínum í øðrum málum. Tískil bjóða vit eisini limum okkara vegleiðing um onnur viðurskifti, so sum keyp og sølu av húsum, bili, jørð, arvi, foreldramyndugleika, sosial viðurskifti o.s.fr.