Hvørji eru míni sáttmálarættindir ?

Sum limur í Føroya Arbeiðarafelag fært tú lut í teimum sáttmálum, sum Føroya Arbeiðarafelag hevur við arbeiðsgevararnar. Vit hava ein høvuðssáttmála og fleiri sersáttmálar fyri ymisk arbeiðsøki.

Í sáttmálanum eru ásett rættindi í mun til løn, arbeiðstíð, aldursviðbót, viðbøtur av ymiskum slagi, yvirtíð, trygging, eftirløn, álitismannaskipan og frítíð. Eisini skulu arbeiðsfólk hava setanarbræv, sum útgreinar starvsviðurskiftini.

Arbeiðstíðin er vanliga millum 8 og 17, og døgverðatímin er ein tími. Arbeiðir tú í døgverðatímanum skalt tú hava dupulta løn fyri hetta. Í arbeiðstíðini hevur tú eisini rætt   til ein    kaffisteðg   fyrrapart    og    ein steðg seinnapart. Arbeiðsgevarin skal tryggja sømilig kor í mun til arbeiðsumhvørvi, og arbeiðsfólk hava rætt   at   velja   sær   bæði trygdarumboð og álitisfólk.