Hvørji onnur gjøld eru?

Tá ið tú fært útgoldið løn er týdningarmikið, at arbeiðsgevarin samstundis flytir prosentgjøldini fyri limagjald, trygging og eftirløn til Føroya Arbeiðarafelag. Fert tú av arbeiðsmarknaðinum í styttri ella longri tíð vegna arbeiðsloysi, sjúku ella av øðrum orsøkum ber kortini til at halda fram, sum limur í felagnum, og fáa teir limaágóðar, sum Føroya Arbeiðarafelag bjóðar limum sínum. Tá ber til at flyta eitt mánaðarligt tryggingargjald, umframt at rinda eitt árligt limagjald. 

Gjøld sum arbeiðsgevarin skal flyta:

- Limagjald 1,5%

- Trygging 1,5%

- Eftirløn 12%

- Gjald til lokalfelag - ymiskt, alt eftir hvørjum limafelagi ein er limur í.