Hvørji rættindi havi eg í mun til frítíð og frítíðarløn?

Sum løntakari, hevur tú lógartryggjað krav upp á frítíðarløn av allari løn, sum tú fært. Frítíðarlønin er antin 12% omaná lønina, og so heldur tú frí uttan løn ella er tað eitt frítíðarískoyti á 1,5% omaná lønina, og so hevur tú rætt til frí við løn, tó er hetta seinna bert galdandi fyri fastlønt.

Øll hava rætt til fimm vikurs summarfrítíð, sum skal haldast í tíðarskeiðnum 1. mai – 1. oktober. Nær tú heldur frí verður ásett í samráð við arbeiðsgevaran. Tú hevur ikki krav uppá at halda frí eitt ávíst tíðarskeið, men tú hevur rætt til fýra vikurs samanhangandi frítíð í tíðarskeiðnum mai-oktober.

Arbeiðsgevarin   ásetir, nær frítíðin skal haldast, og sambært lógini skal hetta gerast í samráð við løntakaran. Avger arbeiðsgevarin, at tú skalt halda frí eitt ávíst tíðarskeið, skalt tú hava hetta at vita í góðari tíð frammanundan, tvs. vanliga ikki seinni enn 2-3 mánaðir áðrenn tú skal í summarfrí.

Hóast tú hevur verið styttri enn eitt ár hjá einum arbeiðsgevara, hevur tú rætt til nevndu frítíð, men frítíðarlønin verður innvunnin fyri eitt ár í senn, tvs. um tú hevur arbeitt í t.d. ½ ár, so fær tú frítíðarløn, sum svarar til 12% av hesi løn. Innvinningarárið er vanliga frá 1. apríl - 31. mars, men tú kanst avtala við arbeiðsgevara tín, um innvinningarárið í staðin skal verða álmanakkaárið.

Gerst tú sjúk/ur beint áðrenn tú skalt í summarfrítíð, og ert sjúkur nakrar dagar inn í tína frítíð, so telja sjúkradagarnir ikki sum frídagar. So tá mást tú gera avtalu við arbeiðsgevaran um, nær tú í staðin heldur teir frídagarnar. Vanligt er at leggja teir afturat í endanum av tí frammanundan avtalaðu frídøgunum, so at tú ert í feriu, tá skeiðið, sum tit hava avtalað. Ert tú so mikið óheppin at gerast sjúk/ur eftir at frítíð tín er byrjað, so hevur tú ikki rætt til at fáa eyka frídagar í tíðarskeiðnum, tú ert sjúk/ur; uttan so, at arbeiðsgevarin góðtekur at lata tær eyka frídagar fyri sjúkradagarnar.

Ein arbeiðsgevari kann ikki krevja, at tú kemur til arbeiðis í tíni frítíð. Um løntakarin verður   sagdur   úr   starvi, og uppsagnarfreistin ikki er úti 1. mai, so skulu fýra vikur leggjast afturat uppsagnarfreistini. Hetta, tí sambært lógini skal uppsagnarfreistin ikki styttast við at frítíðin (høvuðsfrítíðin, sum er fýra vikur) verður løgd aftrat uppsagnarfreistini.