Hvussu er minsta arbeiðstíð og minsta arbeiðsløn?

Tá arbeiðsfólk eftir tilsøgn møta til arbeiðis, og arbeiðið ikki verður útint, skulu tey hava løn í tveir tímar. Og um arbeiðið byrjar aftaná eina ásetta tíð, skulu tey hava løn fyri ta tíð, tey hava bíðað. Altso, um arbeitt ikki verður.

Fyri eitt og hvørt arbeiði fær hvør tann, sum luttekur í arbeiðinum, løn fyri í minsta lagi tveir tímar, hóast arbeiðið varar styttri.