Hvussu er tilkallivakt skipað?

Tilkallivakt merkir at vera tøk/ur at møta til arbeiðis, um boð koma frá arbeiðsgevara. Arbeiðari, sum hevur tilkallivakt, verður frá mánadegi til og við fríggjadag kl. 24, løntur við 13,73% um tíman. Eftir fríggjadag til vanliga arbeiðstíð mánamorgun, verður arbeiðari løntur við 27,45% um tíman.

Verður arbeitt í tilkallitíðini, verður løn goldin sambært § 8 í sáttmálanum.