Hvussu er við arbeiðsumhvørvinum og um eg fái arbeiðsskaða?

Føroyski arbeiðsmarknaðurin er skipaður við sáttmálum, lógum og kunngerðum. Á arbeiðsmarknaðinum eru til dømis rættindi í mun til arbeiðsumhvørvi, arbeiðsskaða, sjúku, arbeiðsloysi, frítíðarløn og  barnsburðarfarloyvi.

Lógin um arbeiðsumhvørvi ger greitt, at tú hevur rætt til eitt trygt og heilsugott arbeiðspláss. Ert tú fyri eini arbeiðsvanlukku, mást tú tryggja tær, at arbeiðsgevarin meldar tilburðin til Arbeiðseftirlitið, sum kannar um reglurnar í arbeiðsumhvørvislógini eru hildnar.

Øll arbeiðsfólk eru tryggjað í mun til arbeiðsskaða. Ert tú fyri  einum vanlukkutilburði á arbeiðsplássinum, so er sera týdningarmikið at tryggja sær, at skaðatilburðurin eisini verður fráboðaður Føroya Vanlukkutryggingarráð innan eitt ár. Tryggingin tekur ikki við, um fráboðanin kemur inn seinni enn ár eftir skaðan. Vanlukkutryggingarráðið viðgerð, um skaðatilburðurin er fevndur av tryggingini.

Verður løntakari, sum hevur arbeitt hjá sama arbeiðsgevara í meira enn 9 mánaðir út í eitt, óarbeiðsførur orsakað av einum arbeiðsskaða, sum kann prógvast við læknaváttan, kann viðkomandi ikki sigast úr starvi fyrr enn 6 mánaðir, aftaná arbeiðsskaðin er hendur. Hetta er tó bert galdandi, inntil løntakarin aftur er arbeiðsførur.

Set teg endiliga í samband      við fakfelagið, sum kann hjálpa og ráðgeva um tú hevur verið fyri einum arbeiðsvanlukkutilburði. Føroya Arbeiðarafelag hevur gjøgnum árini hjálpt hópin av limum, sum eru komin illa fyri, og hevur skaffað teimum í túsundatali av krónum í endurgjaldi.