Hvussu eri eg tryggjað/ur?

Um illa vil til, so ert tú sum aktivur limur í Føroya Arbeiðarafelag tryggjað/ ur við ávikavist deyða, ávísari hættisligari sjúku ella um børn undir 18 ár hava ávísa hættisliga sjúku.

Umframt hetta hava limirnir í FA eisini rætt til eitt lokaútgjald, treytað av aktivum limaskapi í FA í minst 10 ár út í eitt, við 67 ára aldur.

Tryggingargjaldið er 1,5% av lønini og verður av arbeiðsgevaranum flutt felagnum saman við limagjaldi og eftirlønargjaldinum. Um tú vegna sjúku ella arbeiðsloysi noyðist av arbeiðsmarknaðinum áðrenn tú ert 67 ár, ber kortini til at verða verandi tryggjað/ur, um tú rindar 300 kr. um mánaðin til tryggingina. Minst til at kanna tryggingarviðurskifti tíni, um tú noyðist av arbeiðsmarknaðinum.

Upphæddir í 2018:

Við deyða: 372.814,00 kr

Við hættisligari sjúku til og við 66 ár:

93.203,00 kr

Við hættisligari sjúku hjá barni:

93.203,00 kr

Lokaupphædd: 100.000,00 kr

Øll tryggingarrættindi og treytir fyri útgjaldinum kunna lesast í faldaranum »Felagslívstrygging« hjá Føroya Arbeiðarafelag.