Hvussu leingi kann eg vera í barsilsfarloyvi og hvat útgjald fái eg?

Fært tú eitt barn, hevur tú rætt til at vera heima hjá barninum í 56 vikur. Barsilsskipanin rindar tó bert barsilspening í 52 vikur eftir føðing. Mamman hevur til barsilspening tær fyrstu 14 vikurnar eftir føðing, og pápin hevur rætt til 4 vikur eftir føðing. Hartil hava foreldrini rætt til barsilspening í 34 vikur, sum tey kunnu býta sínamillum. Áðrenn barnsburð hevur mamma rætt til útgjald, tá mett verður, at fýra vikur eru eftir til barnsburð.

Er talan um einligt foreldur, hevur tú rætt til allar vikurnar. Foreldur, sum fáa tvíburar ella fleiri børn undir sama barnsburði, fáa fýra vikur eyka. Samlaða barnsburðarfarloyvi er tá 56 vikur.

Verður barnið føtt áðrenn 32. viku í viðgongutíðini, verður samlaða  barnsburðarfarloyvið 60 vikur. Tvs. ein leingjan á átta vikur, sum foreldrini kunnu býta sínámillum.

Foreldur, ið eru løntakarar og ættleiða barn, hava rætt til barsilsfarloyvi í 56 vikur eftir móttøku av barninum, men barsilspeningur verður bert útgoldin í tilsamans 52 vikur eftir móttøku av barninum og fýra vikur hvør undan móttøku av barninum.

Útgjaldið, sum tú fært úr barsilisskipanini er 100% av tíni lønarinntøku, tó í mesta lagi 25.000 kr um mánaðin. Tú fært nærri upplýsingar við at venda tær til barsilsskipanina, sí eisini www.barsil.fo.