Hvussu skal løn rindast og nær ber til at fáa farloyvi?

Arbeiðslønir skulu rindast eina ferð um vikuna. Um avtala verður gjørd við avvarandi fakfelag (Føroya Arbeiðarafelag), kann lønarútgjalding tó fara fram 14. hvønn dag/mánaðarliga.

Arbeiðsfólk, sum hevur starvast í fimm samanhangandi ár hjá sama arbeiðsgevara, kann fáa farloyvi uttan løn, um tað ikki stríðir móti áhugamálum hjá arbeiðsgevara. Arbeiðsgevarin skal hava starv tøkt, tá farloyvistíðin er farin.