Nær kann eg fáa úr sjúkragrunninum hjá Føroya Arbeiðarafelag?

Føroya Arbeiðarafelag hevur ein sjúkragrunn, sum man sum limur kann søkja úr.

Útgladið úr sjúkragrunni Føroya Arbeiðarafelags er 1.250 kr. um vikuna.

Møguligt er at fáa útgjaldið í 12 vikur.

Allir limir felagsins sum eru sjúkrameldaðir í meir enn 8 vikur, og sum seinastu 12 mánaðirnir hava goldið limagjald til Føroya Arbeiðarafelag, hava rætt at fáa útgjald úr grunninum.

Seti tykkum í samband við Føroya Arbeiðarafelag ella lokala felagið fyri nærri kunning, og har ber til at fáa eitt umsóknarblað at fylla út.

Umsóknirnar vera skjótt avgreiddar á skrivstovu felagsins, sum eisini kann hjálpa og ráðgeva í samband við at fylla umsóknarblaðið út, og annars at upplýsa um tíni rættindi