Nær kann eg fáa úr sjúkragrunninum hjá Føroya Arbeiðarafelag?

Føroya Arbeiðarafelag hevur ein sjúkragrunn, sum rindar 2.500 kr um mánaðin í eitt tríggjar mánaða skeið, um tú hevur verið virkandi limur í Føroya Arbeiðarafelag í minst eitt ár. Treytin er m.a., at tú hevur verið sjúkrameldaður í meir enn tríggjar mánaðir út í eitt.

Vend tær til lokalfelagið og har kanst tú fáa eitt umsóknarblað at fylla út. Umsóknirnar vera skjótt avgreiddar á skrivstovu felagsins, sum eisini kann hjálpa og ráðgeva í samband við at fylla umsóknarblaðið út, og annars at upplýsa um tíni rættindi