Skulu vit hava álitisfólk og trivnaðarumboð?

Á arbeiðsplássum, sum hava fimm ella fleiri starvsfólk, kunnu starvsfólk velja álitisfólk, sum er umboðið hjá arbeiðsfólkinum. Álitisfólk skulu hava kunning um serligar broytingar á arbeiðsplássinum. Álitisfólkið er partur av eini álitismannaskipan, og hevur serliga verju mótvegis uppsøgn. Á arbeiðsplássum við meir enn 20 starvsfólkum, kunnu trivnaðarumboð eisini veljast. Føroya Arbeiðarafelag miðjar eftir, at øll álitisfólk skulu ígjøgnum eina útbúgving fyri álitisfólk og nevndarlimir.

Endamálið við álitisfólki og trivnaðarumboðum er at skapa trygd, trivnað og menning á arbeiðsplássum, at stimbra sosialt samanhald, og stimbra áhugan hjá starvsfólki og leiðslu fyri teimum arbeiðsuppgávunum, sum áliggja.

Høvuðsendamálið við álitisfólkaskipanini er, at limirnir í Føroya Arbeiðarafelag hava álitisfólk, sum:

  • tala søkina hjá arbeiðsfólkunum mótvegis arbeiðsgevaranum
  • arbeiða fyri góðum arbeiðsumstøðum
  • ansa eftir, at arbeiðsgevarin heldur galdandi sáttmálar og -lógir
  • hava neyðuga kunning um tiltøk, sum ætlanin er at fremja, og sum kunnu hava ávirkan á arbeiðsumstøðurnar

Viðvíkjandi trygdar-og heilsuviðurskiftum verður víst til galdandi arbeiðsumhvørvislóg. Arbeiðsgevarar skulu bera so í bandi:

  • at arbeiðsumstøðurnar eru soleiðis skipaðar, at minst møguligur vandi er fyri strongd millum arbeiðsbólkini
  • at tiltøk tiltøk verða framd, sum skulu tryggja gott samstarv millum leiðslu og arbeiðsfólk, og innanhýsis millum arbeiðsfólkini
  • at happing ikki                fer                 fram              á arbeiðsplássinum
  • at møgulig kærumál um heilsu- og trivnaðarviðurskifti beinanvegin verða tikin upp, og verða viðgjørd millum leiðslu, álitisfólk og trygdarumboð
  • at neyðug tiltøk verða framd fyri at bøta um viðurskiftini, um tað vísir seg at tey viðurskifti, sum nevnd eru, ikki eru nøktandi.
  • at trivnaðarumboðini í arbeiðstíðini fáa høvi til at leggja til rættis sosial tiltøk, uttan lønarmiss, tó so at tað tarnar arbeiðnum sum minst. Hesi tiltøk kunnu eisini liggja uttanfyri arbeiðsplássið