Skulu vit hava trygdarumboð á arbeiðsplássinum?

Øll arbeiðspláss, har 10 fólk ella fleiri arbeiða, skal trygdarumboð veljast, hvørs uppgáva er at vera umboðið hjá arbeiðsfólkinum. Hevur arbeiðsplássið omanfyri 20 fólk, skal ein trygdarnevnd setast.

Trygdarumboð, eins og álitisfólk, hava serliga verju mótvegis uppsøgn. Sí nærri upplýsingar í lógini um arbeiðsumhvørvi, umframt at til ber at venda sær til Arbeiðseftirlitið sí www.arb.fo.