Hvar skal arbeiðsgevarin flyta frítíðarlønina?

Niðanfyri sæst kunningin, sum Taks hevur um, hvar frítíðarlønin skal flytast:

Hvat er kontonummarið til frítíðarlønina ?

  • 6460 299.800.0: frítíðarløn við a-inntøku, t.e. vanlig frítíðarløn.
  • 6460 298.808.0: frítíðarløn uttan a-inntøku, t.d. frítíðarløn í sambandi við uppsparda feriu.

Gev gætur, at frítíðarískoytið hjá mánaðarløntum skal ikki flytast á kontu

Arbeiðsgevarar skulu umsita og útgjalda ískoytið sjálvir. Vanliga verður tað útgoldið saman við lønini í apríl.