Føroya Arbeiðarafelag var stovnað 18. desember í 1925 av lokalum arbeiðara- og fiskimannafeløgum. Fyrsta Arbeiðarafelagið var stovnað nøkur ár frammanundan á Tvøroyri. Í grein1 í uppskoti til lóg FA stóð:
»Felagsins navn er Føroya Arbeiðarafelag. Í felagnum standa tey arbeiðsmannafelag og fiskimannafeløg og aðrar arbeiðaraorganisatiónir, sum á løgligan hátt eru upptiknar og rinda hitt ásetta limagjaldið.«
Vegna ymisk áhugamál, gjørdist FA ongantíð landsfelagið hjá øllum fakfeløgum í Føroyum. FA varð felagið hjá ófaklærdum á landi. FA var nýtt til at føra kollektivar sáttmálasamráðingar við lokalar arbeiðsgevararnar. 18 ár eftir stovnanina av FA var Føroya Arbeiðsgevarafelag stovnað, og síðani hava FA og FAG samrátst um sáttmála á privata arbeiðsmarknaðinum.
Tað var ikki altíð lætt at stovna arbeiðarafeløg. Andstøðan var mangan hørð bæði frá arbeiðsgevarum og arbeiðarum. Nógv dømi eru um, at arbeiðsfólk, ið gingu á odda at stovna arbeiðarafeløg, mistu arbeiði. Summastaðni noyddust fakfelagsfólk enntá at rýma úr heimstaðnum. Í dag verður tað av nógvum sæð sum ein sjálvfylgja, at verða limur í fakfelag. Kortini eru enn arbeiðsgevarar, sum nokta arbeiðsfólki at verða limur í fakfelagi, hóast hetta er ein mannarættur, sum er staðfestur við lóg.
Stjórnin í Føroya Arbeiðarafelag
Georg F. Hansen, form
Elin Sørensen, næstforkv Jógvan Páll Johansen Sunrid Vang Suni Mortensen Amy Jacobsen Maud Túgvustein
|
Miðvágur
Tórshavn Haldórsvík Froðba Hov Sørvágur Fuglafjørður
|
212419
512101 226404 228720 283698 532352 228438
|