Dátuvernd

1.    Vit – Dátuábyrgdarin

Føroya Arbeiðarafelag er eitt fakfelagssamstarv millum fleiri sjálvstøðug lokal limafeløg. Hetta merkir, at tá tú gerst limur í einum av lokalu limafeløgunum undir Føroya Arbeiðarafelag, verður tú eisini sjálvvirkandi limur í Føroya Arbeiðarafelag, ið er meginfelagið í samstarvinum.

Sum meginfelag í samstarvinum er Føroya Arbeiðarafelag dátuábyrgdari av teimum upplýsingum, ið vit viðgera um limir. Hetta merkir so eisini, at tað lokala limafelagið eisini er dátuábyrgdari av teimum upplýsingum, ið tey hava um limin.

Stjórnin

Georg F. Hansen (formaður)

Elin Sørensen (næstforkvinna)

Jógvan Páll Johansen (nevndarlimur)

Sunrid Vang (nevndarlimur)

Suni Mortensen (nevndarlimur)

Amy Jacobsen (nevndarlimur)

Maud Túgvustein (nevndarlimur)

Sí fleiri upplýsingar á https://www.fafelag.fo/um-felagid/

Limafeløg

Arbeiðarafelagið Beinisvørð (Sumba)

Haldórsvíkar Arbeiðarafelag

Arbeiðarafelagið Hæddin (Runavík)

Hósvíkar Arbeiðarafelag

Arbeiðarafelagið Hov

Hvalvík-Streymnesar Arbeiðarafelag

Arbeiðarafelagið Lýsing (Skála)

Hvannasunds Sóknar Arbeiðarafelag

Arbeiðarafelagið Rubbishella (Porkeri)

Kalsoyar Arbeiðarafelag

Arbeiðskvinnufelagið Drósan (Tvøroyri)

Kollafjarðar Arbeiðarafelag

Arbeiðskvinnufelagið Fjallbrúður (Vágur)

LAGA (Gøta-Leirvík)

Arbeiðskvinnufelagið Roynd (Hvalba)

Miðvágs Arbeiðarafelag

Arbeiðsmannafelagið Roynd (Hvalba)

Oyndarfjarðar Arbeiðarafelag

Arbeiðskvinnufelagið Vónin (Skopun)

Sandavágs Arbeiðarafelag

Arbeiðsmannafelagið Framtíðin (Vágur)

Sands Arbeiðarafelag

Arbeiðsmannafelagið Fylking (Tvøroyri)

Sørvágs Arbeiðarafelag

Eiðis Arbeiðarafelag 

Sunda Sóknar Arbeiðarafelag

Fámjins Arbeiðarafelag

Tofta Arbeiðarafelag

Fiskepigernes Fagforening

Vestmanna Arbeiðarafelag

Fuglafjarðar Arbeiðskvinnufelag

Sjóvar Sóknar Arbeiðarafelag

Fuglafjarðar Arbeiðsmannafelag

Skopunar Arbeiðsmannafelag

Sí fleiri upplýsingar á https://www.fafelag.fo/limafelogini/

2.    Kontaktupplýsingar

Er ynski um at fáa meiri at vita um okkara dátuviðgerð av tínum persónsupplýsingum, kunnu tit seta tykkum í samband við okkum á ein av niðanfyristandandi hátt:

Samskiftisupplýsingar

Adressa

Telefonnummar

Teldupost

Heimasíða

Stoffalág 17, 100 Tórshavn

31 21 01

fafelag@fafelag.fo

www.fafelag.fo

3.    Meginreglur fyri viðgerð og rættindi hjá tí skrásetta

3.1 Hvussu viðgera vit persónsupplýsingar

Um ein er limur í Føroya Arbeiðarafelag, viðgera vit eina røð av persónsupplýsingum um viðkomandi. Hetta gera vit fyri at røkja áhugamálini hjá limunum. Tískil er tað umráðandi, at ein hevur álit á, at vit viðgera tínar persónsupplýsingar lógliga, rímiliga og við fullum gjøgnumskygni, at vit einans viðgera persónsupplýsingar avmarkað til endamálið, og at okkara dátuviðgerðir avmarka nýtsluna av persónsupplýsingum mest møguligt. Vit stremba eftir, at okkara upplýsingar altíð eru so rættar sum gjørligt, og at tær vera goymdar stytst møguligt. Harumframt leggja vit áherðslu á, at allar persónsupplýsingar verða viðgjørdar á ein hátt, ið tryggjar, at integritetur og trúnaður verða varðveittir, og at viðgerðin er ábyrgdarfull og reglulig.

3.2 Hví viðgera vit persónsupplýsingar

Høvuðsendamálið við okkara viðgerð av persónsupplýsingum er fyri at tryggja, at vit best møguligt kunnu hjálpa við at tryggja, at fakfelagsrættindini verða vird. Harumframt viðgera vit eisini persónsupplýsingar til onnur endamál so sum okkara avsláttarskipan og tryggingarsamstarv.

Avsláttarskipanin er í samstarv við SAMTAK, men vit útflýggja sjálvi kort til okkara limir. SAMTAK fær tí ongar persónsupplýsingar frá Føroya Arbeiðarafelag. Føroya Arbeiðarafelag hevur valt ALKA Forsikring sum veitara av samlags lívstrygging til limirnar, tí ALKA lýkur tey krøv og tey ynski, vit hava til kundatænastu til limir okkara og samstarv sum heild.

3.3 Hvussu leingi goyma vit persónsupplýsingar

Vit goyma persónsupplýsingar so leingi, ein er limur í Føroya Arbeiðarafelag ella so leingi, vit hava lógarheimild og meta tað vera sakligt at goyma upplýsingarnar.

Um ein hevur verið limur, men ikki er tað longur, goyma vit upplýsingarnar, um vit hava eina ávísa orsøk og lógarheimild til tess. Hetta kann vera upplýsingar um arbeiðsskaðar, eitt sakarmál við arbeiðsgevaran ella líknandi, ið kunnu heimila, at vit goyma upplýsingar um teg, eisini sjálvt um tú ikki ert limur í Føroya Arbeiðarafelag longur.

Harumframt kunnu vit vera bundin til at goyma upplýsingar viðvíkjandi aðrari serlóggávu enn dátuverndarlógini í longri ella styttri áramál. Hetta er millum annað galdandi fyri roknskapartilfar, ið  vit skulu goyma í minst 5 ár í sambært bókhaldslógini.

3.4 Hvat fyri persónsupplýsingar viðgera vit?

Um ein er limur í Føroya Arbeiðarafelag viðgera vit bæði vanligar og viðkvæmar persónsupplýsingar um viðkomandi.

Heimasíðan hjá okkum brúkar kennifílar (cookies) at savna fylgjandi upplýsingar um teg:

  • Slag av tóleind
  • Slag av kaga (Browser)
  • Tíðarsonu
  • IP-addressu
  • Hvørja síðu, tú vitjar
  • Hvussu tú fanst fram til okkara síðu

Vit viðgera fylgjandi (vanligar) persónsupplýsingar um sum partur av okkara fakfelags arbeiði:

  • Samleikaupplýsingar
    • Navn
    • Aldur
    • Kyn
    • Tjóðskapur
    • Bústaður
    • Telefonnummar
    • Teldupostur
  • P tal
  • Limanummar
  • Núverandi og søgulig starvsviðurskifti
  • Núverandi og søgulig arbeiðsloysisviðurskifti
  • Núverandi og søgulig mál, sakir og sakarmál við arbeiðsgevarar
  • Upplýsingar um tryggingarviðurskifti
  • Limagjald ella skyldug gjøld til okkum
  • Fyrispurningur og klagur

Umframt vanligu persónsupplýsingarnar kunnu vit eisini viðgera viðkvæmar persónsupplýsingar um limir. Hetta kann vera sum partur av einum kærumáli, ið ein hevur við arbeiðsgevaran vegna uppsøgn ella líknandi.

Vit kunnu viðgera fylgjandi viðkvæmar persónsupplýsingar:

  • Fakfelagsviðurskifti
  • Upplýsingar um heilsustøðu, til dømis um ein limur hevur onkran arbeiðsskaða, er uppsagdur ella líknandi
  • Upplýsingar um seksuella orientering ella seksuell viðurskifti. Til dømis um ein hevur verið útsettur fyri diskriminatión ella “sex chikanu” á arbeiðsplássinum
  • Upplýsingar um religión, etniskan uppruna ella líknandi. Til dømis um ein hevur verið útsettur fyri diskriminatión
  • Upplýsingar um revsiverd viðurskifti. Til dømis í sambandi við uppsøgn ella átalur, grundað illgruna um, at ein hevur gjørt okkurt revsivert

Vit viðgera tó í høvuðsheitum bert viðkvæmar persónsupplýsingar um limir, tá limurin sjálv/ur hevur latið okkum tær.

3.5 Avleiðing um viðkomandi ikki ynskir at útflýggja omanfyri standandi persónsupplýsingar

Uttan samleikaupplýsingar og P-tal eru vit ikki før fyri at bjóða tær limaskap í Føroya Arbeiðarafelag. Tað er tó valfrítt, um ein limur ynskir at brúka okkum til ráðgeving og hjálp við starvsrættarligum viðurskiftum, men um vit ikki kenna grundina til eina uppsøgn ella núverandi og søgulig starvsviðurskifti ella viðkvæmar persónsupplýsingar, eru vit ikki før fyri til at veita røttu hjálpina og vegleiðingina.

3.6 Hvør er okkara lógarheimild?

Sum meginregla viðgera vit vanligar persónsupplýsingar við støði í tí avtalu, ið gjørd er, tá ein innlimast í eitt av lokalu limafeløgunum í Føroyar Arbeiðarafelag. Viðgerð av viðkvæmum persónsupplýsingum hevur støði í teimum serreglum og teimum avmarkingum, sum í galdandi lóggávu eru ásettar fyri eina løgfrøðiliga eind sum eitt fakfelag er.

Hetta gevur okkum millum annað loyvi at deila upplýsingar millum títt lokala fakfelag og meginfelagið Føroya Arbeiðarafelag.

Endamálið við at deila upplýsingar millum lokalu fakfeløgini og meginfelagið Føroya Arbeiðarafelag í sambandi við innliming er at gera okkum før fyri at útinna okkara fakfelagsvirksemi, herundir at tryggja, at rættindi hjá limunum verða hildin og at veita ráðgeving og hjálp, um arbeiðsgevarin ger seg inn á rættindi hjá fakfelagslimunum og veita hjálp og ráðgeving til fakfelagslimir í sambandi við teirra starvsviðurskifti ella í sambandi við arbeiðsloysi.

Vit brúka í høvuðsheitum fylgjandi lógarheimild:

  • Dátuverndarlógin § 8, stk. 1, nr. 1.
  • Dátuverndarlógin § 8, stk. 1, nr. 2.
  • Dátuverndarlógin § 8, stk. 1, nr. 6.
  • Dátuverndarlógin § 12, stk. 1, nr. 5.

3.7 Dátuvernd

Føroya Arbeiðarafelag hevur útyvir ein innanhýsis KT trygdarpolitikk fingið í lag teknisk og bygnaðarlig trygdarviðurskifti, ið skulu tryggja trúnaðin, integritetin og atgongd til persónsupplýsingar. Soleiðis tryggja vit, at upplýsingarnar eru í tryggum hondum hjá okkum.

3.8 Rætturin hjá tí skrásetta

Nr.

Rættindi hjá tí skrásetta

Í vanligari talu

1

Rætt til rættvísa dátuviðgerð

Tann skrásetti hevur rætt til, at dáturnar bert vera nýttar, sum ein hevði væntað

2

Rætt til atgongd

Tann skrásetti eigur at síggja allar upplýsingar um seg, um viðkomandi krevur tað

3

Rætt til at krevja rætting

Tann skrásetti kann krevja, at upplýsingar um viðkomandi verða rættaðar

4

Rætt at vera gloymd/ur

Tann skrásetti skal strikast, um viðkomandi krevur hetta, og ongin lógarheimild forar hesum

5

Rætt at avmarka dátuviðgerð

Tann skrásetti kann krevja ikki at vera partur av onkrari dátuviðgerð so sum profilering ella automatiskari viðgerð av ymiskum slagi

6

Rætt at fáa sína persónsdátu í einum formati, ið kann flytast (fíluformat ella líknandi)

Tann skrásetti kann fáa sínar upplýsingar útflýggjaðar

7

Rætt at finnast at

Tann skrásetti kann finnast at fyritøkuni, um hon ikki fylgir ásetingunum í dátuverndarlógini

Sí nærri kunning á www.dat.fo

3.9 Hvørjum vera tínir upplýsingar deildar við?

Føroya Arbeiðarafelag er meginfelag hjá øllum teimum lokalu fakfelags limafeløginum, og tí vera upplýsingar deildar millum lokalu fakfeløgini í samtakinum og meginfelagið, tá tørvur er á hesum.

Tað kunnu koma støður, har vit deila upplýsingar við tín arbeiðsgevara, tað skal tó havast í huga, at Føroya Arbeiðarafelag altíð røkir áhugamálini hjá limunum, fyrst og fremst.

Í onkrum støðum eru vit bundin av at deila upplýsingar við almennar myndugleikar. Hetta kann til dømis vera í sambandi við málsviðgerð av einum arbeiðsskaða, har vit skulu samstarva við politi ella dómsveldi. Harumframt deila vit eisini upplýsingar við Lívsverk og ALKA, ið tann mun hetta krevst fyri at røkja áhugamál viðvíkjandi pensjón og trygging. Vit biðja altíð um samtykki, tá hetta krevst.

Vit geva eisini upplýsingar víðari til okkara grannskoðara í sambandi grannskoðanina av roknskapinum hjá Føroya Arbeiðarafelag og sakførarar, um hetta krevst í onkrari ítøkiligari støðu. Harumframt hava vit dátuviðgeraravtalur við okkara veitarar av KT útgerð.

4.    Klagumøguleikar

Limir hava rætt til at klaga til Dátueftirlitið, um okkara viðgerð av persónsupplýsingum. Hetta verður gjørt við at venda sær til Dátueftirlitið, ið hevur fylgjandi kontaktupplýsingar:

Samskiftisupplýsingar við Dátueftirlitið

Adressa

Telefonnummar

Teldupostur

Heimasíða

Tinganes, 110 Tórshavn

309100

dat@dat.fo

www.dat.fo