Ofta settir spurningar
Hvat er tímalønin?

Tímalønin pr. 1. august 2020 er kr. 144,99

Lønartalvuna sært tú her

Nær havi eg rætt til setanarskriv

Tá ið tú fert í nýtt starv, sum varar meir enn 1 mánaða, og sum í miðal er meir enn 8 tímar um vikuna, skalt tú minnast til at fáa setanarskriv frá arbeiðsgevaranum.

Arbeiðsgevarin hevur sæmbært lóg skyldu at geva tær setanarskriv, kortini eru nógv, ið ikki fáa setanarskriv.

Skrivligu upplýsingarnar (setanarskrivið) skulu latast arbeiðsfólkinum í seinasta lagi ein mánaða aftaná, at arbeiðsfólkið er byrjað í starvinum.

Um arbeiðsfólkið eftir ætlan bert skal arbeiða í t.d. 14 dagar, men heldur áfram í meira enn ein mánaða, so skal arbeiðsgevarin áðrenn ein mánaða frá tí, at arbeiðsfólkið hevur arbeitt í ein mánaða, lata henni/honum setanarskriv (um ikki arbeiðsfólkið tá er farið úr starvi áðrenn).

Eru trupulleikar við at fáa setanarskriv, so kanst tú venda tær til álitisfólki á arbeiðsplássinum, sum kann takað málið upp við leiðsluna. Til ber eisini altíð at venda tær til lokalfelagið á økinum.

sí lógina um setanarskriv her

Hvat skal standa í setanarskrivinum

Lógin um setanarprógv áleggur arbeiðsgevaranum skyldu til skrivliga (t.d. í setanarskrivi), at upplýsa arbeiðsfólkinum allar upplýsingingar, sum hava størri týdning fyri at lýsa tey rættindi, sum arbeiðsfólkið hevur. Skrivligu upplýsingarar skulu í minsta lagi fevnu um tey 10 viðurskiftini, sum eru nevnd niðanfyri í grein 2, stk. 2 í lógini

Grein 2, Stk. í lógini: 2. Arbeiðsgevarans upplýsingarskylda fevnir um í minsta lagi hesar upplýsingarnar:

1)   Navn og adressa arbeiðsgevarans og løntakarans.

2)   Hvar arbeiðsstaðið er ella, um einki fast arbeiðsstað er ella einki stað er, har arbeiðið í høvuðsheitum fer fram, upplýsing um, at løntakarin arbeiðir ymsa staðni, og um høvuðssæti ella arbeiðsgevarans bústað.

3)   Lýsing av arbeiðinum ella starvsheiti, tign, yrki ella slag av arbeiði.

4)   Nær setanin byrjar.,

5)   Hvussu leingi setanin væntandi varar, har talan ikki er um tíðaróavmarkaða setan.

6)   Rættindi løntakarans viðvíkjandi rindaðari feriu, heruppií um tað verður rindað løn í sambandi við feriu.

7)   Longd á uppsagnarfreist hjá løntakaranum og arbeiðsgevaranum ella reglurnar um hetta.

8)   Galdandi ella avtalað løn, sum løntakarin hevur rætt til, tá arbeiðið byrjar, og ískoyti og aðrir lønarpartar, sum ikki eru uppi í hesum, t.d. pensjónsgjald og kostur og innivist. Harumframt skal upplýsast, nær lønin verður útgoldin.

9)   Vanlig daglig arbeiðstíð ella um vikuna.

10) Hvørjir sáttmálar á arbeiðsmarknaðinum ella avtalur regulera arbeiðsviðurskiftini. Tað skal upplýsast, hvørjir sáttmálapartarnir ella avtalupartarnir eru.

Kann eg krevja endurgjald um eg einki setanarskriv fái

Um tú sum arbeiðsfólk ikki fær setanarskriv frá arbeiðagevaranum, so kanst tú vanliga fáa endurgjald frá arbeiðsgevaranum. Endurgjaldsupphæddin er vanliga millum kr. 5.000 – 10.000,00.

Mannagongdin er, at fyrst skal kæra sendast Vinnukærunevndini, sum tekur støðu til um arbeiðsgevarin hevur brotið lógini.

Um Vinnukærunevndin staðfestir, at lógin er brotin, so kann arbeiðsfólkið/fakfelagið stevna og so ásetir Føroya Rættur endurgjaldsupphæddina.

Í § 6 í lógini stendur: Hevur arbeiðsgevarin ikki hildið upplýsingarskylduna, kann løntakarin fáa eitt viðurgjald við dómstólarnar. Viðurgjaldið, sum fyri tann einstaka ikki kann verða hægri enn løn í 13 vikur, verður ásett við atliti at umstøðunum í málinum, heruppií um vantandi upplýsingin í ítøkiliga førinum hevur havt týdning fyri løntakaran. Viðurgjaldið kann, um tað eru tyngjandi umstøður, hækkast til løn í 20 vikur.

Stk. 2.Viðurgjaldið kann hægst vera 1.000 kr., um vantandi upplýsingin er umberandi og annars ikki í ítøkiliga førinum hevur havt týdning fyri setanarviðurskiftini.

Skulu vit hava álitisfólk og trivnaðarumboð

Hvørt arbeiðspláss, sum hevur 5 ella fleiri starvsfólk kann velja álitisfólk, sum eru umboðið hjá arbeiðsfólkinum.

Álitisfólkini skulu hava kunning um serligar broytingar á arbeiðsplássinum.

Bert fólk við føstum tilknýti til arbeiðsplássið, tímalønt ella fastlønt, kunnu verða vald til álitisfólk.

Arbeiðsfólkið velur álitisfólkið.

Sí álitismannaskipanina her

Arbeiðsgevarin noktar at rinda gjøldini, tí hann er ikki limur í FAG

Arbeiðsgevari sum ikki er limur í Føroya Arbeiðsgevarafelag er ikki frítikin at halda sáttmálan.

Hvat er uppsagnarfreistin hjá tímaløntum

Í einum og hvørjum arbeiði, sum varar longur enn 3 mánaðir, verður fyri tímalønt arbeiði uppsagnarfreistin frá arbeiðsgevara hendan:

Minni enn 6 mánaðar starvstíð: 5 arbeiðsdagar.
Meira enn 6 mánaðar starvstíð: 7 arbeiðsdagar.
Meira enn 1 ára starvstíð: 10 arbeiðsdagar.
Meira enn 2 ára starvstíð: 15 arbeiðsdagar.
Meira enn 3 ára starvstíð: 20 arbeiðsdagar.
Meira enn 5 ára starvstíð: 25 arbeiðsdagar.

Uppsagnarfreistin frá arbeiðara síðu verður hendan:
Meira enn 3 mánaðar starvstíð 5 arbeiðsdagar
Meira enn 6 mánaðar starvstíð 7 arbeiðsdagar

Uppsøgnin skal vera skrivlig fyri báðar partar.

Sí grein 21 í Høvuðssáttmálanum, um uppsagnir hjá tímaløntum, her

Hvat er uppsagnarfreistin hjá fastløntum

Fyri fastlønt arbeiðsfólk er uppsagnarfreistin frá arbeiðsgevara síðu:

upp til 6 mánaða starvstíð: 1 mánaði til ein 1. í mánaðinum,
frá 6 mdr. til 2 ára starvstíð: 2 mánaðar til ein 1. í mánaðinum,
meira enn 2 ára starvstíð: 3 mánaðir til ein 1. í mánaðinum.

Uppsagnarfreistin við uppsøgn frá arbeiðsfólkinum:1 mánaði til ein 1. í mánaðinum.

Uppsøgnin skal vera skrivlig fyri báðar partar.

Sí grein 7 í  fastlønarsáttmálan, um uppsagnir hjá fastløntum, her

Fái eg løn um eg gerist sjúk/ur

Gerst tú sjúk/ur er gjørligt at fáa dagpening úr sjúkradagpeningaskipanini hjá Almannaverkinum.

Útgjaldið er 100 % av tíni arbeiðsinntøku, TÓ í mesta lagi ein upphædd sum svarar til 80 % av eini arbeiðaraløn.

Veitingin verður vanliga roknað út frá miðalinntøkuni tær seinastu 5 vikurnar undan sjúkrameldingini.

Tað er umráðandi at umsóknin til sjúkradagpengar er Almannaverkinum í hendi innan 5 vikur frá fyrsta sjúkradegi.

Sí lógina um sjúkradagpengar her og eitt umsóknarblað sæst her

Hvat skal eg gera um eg ikki kann møta til arbeiðis orsakað av sjúku

Um tú sum arbeiðsfólk ikki kann møta vegna sjúku, so skal tú so skjótt tað ber til boða arbeiðsgevara tínum frá hesum. Um tú ikki boðar frá, so kann arbeiðsgevarin vanliga vísa teg burtur úr arbeiðin um.

Arbeiðsgevarin kann vanliga aftaná 3. ella 4. fráverudagin krevja, at tú fær lækna at vátta, at tú er sjúk/sjúkur og tí ikki kann møta til arbeiðis. Um tú ikki eftirlíkar áheitanini um at fáa til vega læknaváttan, so kann arbeiðsegvarin vanliga vísa teg burtur frá arbeiðinum (slíta tænastuna).

Læknin hevur ikki skyldu at greiða frá hvør sjúkan er!

Hvat merkir burturvísing

Burturvísing merkir, at arbeiðsgevarin slítir tænastuna og tú hevur tá ikki rætt til uppsagnarfreist ella uppsagnarløn.

Arbeiðsgevarin kann bert slíta tænastuna (burturvísa arbeiðsfólki) um arbeiðsfólkið groft hevur brotið tænastuskyldur sínar.

Dømi um groft tænastubrot kann vera, at arbeiðsfólkið ikki møtir til arbeiðis, arbeiðsfólkið er rúsdrekkaávrikað í arbeiðstíðini, at arbeiðsfólkið ikki aktar boð arbeiðsgevarans.

Kann eg krevja grundgeving tá eg verði søgd/sagdur úr starv

Um tú hevur verið í starvi í minst 9 mánaðir, so kanst tú krevja at arbeiðsgevarin letur tær nærri grundgeving fyr hví tú er sagdur úr starvi.

Tú skal so sjálvur biðjað arbeiðsgevarin um grundgeving.

Í grein 21 í sáttmálanum stendur:

Arbeiðsgevari skal skrivliga grundgeva fyri uppsøgnini, um tann uppsagdi biður um tað. Grundgevingin kann bert verða kravd, um tann uppsagdi hevur verið starvssettur í minst 9 mánaðar. 

Havi eg rætt til feriu ?

At halda frí er ein mannarættur. Sambært frítíðarlógini hava arbeiðsfólk rætt til at hava 5 vikur frí í einum ári. Frítíðin verður vanliga ásett í samráð við arbeiðsgevaran. Hóast ein arbeiðari hevur verið styttri enn 1 ár hjá einum arbeiðsgevara, hevur viðkomandi kortini rætt til frítíð, men frítíðarlønin verður innvunnin fyri eitt ár í senn. Frítíðarárið er vanliga frá 1. apríl - 31. mars.

Fyri tímalønt verður 12% í frítíðarløn lagt omaná alla løn, frítíðarlønin verður útgoldið 1. mai.

Fastlønt fáa vanliga frítíð við løn og 1,5% í frítíðarískoyti.