1. MAIDAGSRØÐAN HJÁ GEORG F. HANSEN
02.05.2023

1. MAIDAGSRØÐAN HJÁ GEORG F. HANSEN

Í gjár, á Altjóða Arbeiðaradegnum, helt Georg F. Hansen, formaður felagsins, røðu til 1. maidagshaldið hjá Havnar Arbeiðarafelag. Vit takka fyri álitið.
Røðan kann lesast her:
Góðu Arbeiðsfólk, góðu Føroyingar
1. mai. er altjóða arbeiðaradagurin. Hendan dagin minnast arbeiðarar runt heimin, teir sigrar, ið fakfelagsrørslan hevur vunnið teimum. Eisini vit føroyingar hava nógv at hátíðararhalda og hava vit hátíðarhildið dagin í mong ár.
Yvir ein øld farin, síðani føroyingurin sleyt seg leysan frá teimum, sum høvdu hildið ognarleys niðri í øldir.
Tá vóru eingi fakfeløg og eingir sáttmálar, sum tryggjaðu arbeiðsfólkunum rímuligar lønar- og arbeiðstreytir, so ofta endaðu fólk í lummanum hjá teimum, sum áttu arbeiðsplássini.
Hesir arbeiðsgevarar høvdu allan avgerðarrættin og teir avgjørdu hvussu arbeiðstíð og løn skuldi vera.
Hetta varð so líðandi broytt, tá fólk fyri gott 100 árum síðan tóku seg saman til at stovna fakfeløg - hetta, fyri at betra um kor arbeiðaranna.
Men hugburðurin hjá teimum, sum áttu arbeiðsplássini var, at fakfelagsrøðslan var ein hóttan ímóti teimum, og skuldi sláast niður við harðari hond. Og hetta varð sanniliga eisini gjørt. Dømir eru um, at arbeiðsgevarar ikki vildu geva fólki arbeiði aftur, um tey høvdu verið við at stovna fakfelag.
Fyrstu árini vóru fólk bangin fyri at melda seg sum lim í fakfeløgunum, tí tey kendu søgurnar um, at hetta kundi kosta teimum arbeiðið. Hóast fyrstu royndirnar at stovna fakfeløg ikki eydnaðust, so var neistin tendraður og fólk góvust ikki á hondum, men hildu á. Og at enda eydnaðist at stovna fakfeløg rundt landið, og fólk sóu týdningin av at savnast í felag fyri at standa saman um rættindi teirra mótvegis arbeiðsgevarunum.
Tøkk fái tey, ið stóðu á odda, hildu á og brutu slóð, hóast avleiðingarnar.
18. desembur í 1925 tóku arbeiðarafeløgini seg saman og stovnaðu Føroya Arbeiðarafelag.
Ja, nógv gott er hent hesi yvir 100 árini, síðan arbeiðarafeløguni vóru stovnað, føroya fólki at bata. Ja sanniliga hava vit nógv at hátíðarhalda, eisini nú, 1 mai í 2023.
Nógv er vunnið, men enn er nógv at stríðast fyri, og til hvørjar samráðingar, leggja vit krøv fram fyri at betra um rættindini hjá okkara limum og allatíðina koma vit longur og longur fram á leið.
Arbeiðsgevarar royna - og fara altíð at royna - at fáa so nógv sum gjørligt í egnan lumma, hóast tað er vanligi arbeiðsmaðurin og arbeiðskvinnan, sum hvønn einasta arbeiðsdag skapa virðini í samfelagnum. Tí er tað fyri okkum ein sjálvfylgja, at arbeiðsfólkini eisini skulu hava ein rímuligan part av hesum virðum og tí vinningi, hetta gevur.
Vit í fakfeløgunum halda allatíð eyga við, at limir okkara fáa tey rættindi, sum tey hava rætt til. Men vit fáa javnan fráboðan frá fólki, sum hava tørv á hjálp frá fakfelag sínum fyri at tryggja teimum rættindi síni. Eisini eiga vit at minnast til, at rímulig lønar - og setanarkor ikki koma av sær sjálvum. Tí er tað eisini í dag av heilt avgerandi týdningini, at allir arbeiðarar standa saman, tí bert við samanhaldi kunnu vit tryggja vunnin rættindi og við samráðingum koma enn longur fram á leið, tá talan er um rættindini hjá okkara limum.
Vit hava gott samstarv við hini arbeiðarafeløgini, men uttan iva vildi tað gjørt arbeiðararørsluna enn sterkari, um øll arbeiðarafeløgini vórðu skipaði í einum og sama felag, sum í øllum málum kundi tala við einari rødd, bæði mótvegis arbeiðsgevarasíðuni, men sanniliga eisini mótvegis politiska myndugleikanum.
Lítið er at ivast í, at tað eru fakfeløgini, ið hava stóran part av æruni av tí framgongd og menning, vit hava havt her í Norðurlondum - ikki minst her heima hjá okkum.
Tað er ikki bert við sáttmálasamráðingum, at fakfeløgini hava tryggja arbeiðsfólkum tryggar karmar um m.a. løn, yvirtíðarløn og annað. Tað eru eisini fakfeløgini, sum hava trýst politiska mynduleikan at fremja stóran part av teimum lógarinntrivum, sum í dag tryggjar okkum rímulig rættindi. Til dmømis feriuløn, summarfrí, veiting í sambandi við sjúku, trygging í sambandi við arbeiðsskaðar og onnur grundleggjandi rættindi.
Neyðugt er altíð at minnast til, at onki er komið av sær sjálvum. Og onki fer at koma av sær sjálvum. Tað verður altíð nógv at stríðast fyri hjá okkara fakfeløgum, tí stættarstríðið verður nokk ongantíð av. Ikki so leingi, sum ójavnin í samfelag okkara tykist at vaksa. Vit síggja, at reiðarir vinna so nógvan pening, at teir nú eisini eru farnir at keypa upp bygningar og ognir og annað tílíkt, samstundis sum, at arbeiðsgevarasíðan sigur, at tey ikki hava ráð at geva arbeiðsfólkum og vanliga fiskimanninum eina veruliga lønarhækking.
Annað dømi um missmun er, at tá vanligi føroyingurin ger eitt hvørt lógarbrot, so eru mynduleikarnir skjótir at reisa sak. Somu reglur tykjast ikki vera galdandi fyri virkir, sum forvinna hundraðtals milliónir hvørt ár, tí hóast fútin fyri meira enn einum ári síðani fekk uppskot frá starvsstovuni um at áleggja einum av størstu virkjunum í landinum fleiri 10 tals milliónir í sekt fyri brot á galdandi reglur,
so sendi fútin málið til landsstýrismannin - og síðani tykist einki vera hent í málinum.
Hetta er eitt ódámligt dømi um, at øll eru ikki líka fyri lógini, tí myndugleikarnir tykjast royna at verja stóru virkiseigararnir, hóast hesir fremja álvarslig brot á galdandi lógir. Slíka verju hevur vanligi føroyingurin ikki.
Til seinastu samráðingar fingu vit bestu lønarhækkan nakrantíð. Men eg kann siga tykkum, at tað var ikki uttan svørðslag, tí arbeiðsgevarirnir søgdu, at teir ikki høvdu ráð, ikki ráð til nakra lønarhækking, varð sagt. Nú príshækkingin hevur verið so ógvuslig í seinastuni, er meginparturin av lønarhækkingini uppetin. So til komandi samráðingar er neyðugt at fáa eina enn størri løgnarhækking.
Hóast arbeiðsgevarar siga, at inflatiónin og prísvøksturin eisini hevur rakt virkiseigarar, so síggja vit fjølmiðlarnir vísa til metstór úrslit hjá flestu av virkjunum her á landi, m.a. teimum, sum selja tilfar til húsabygging.
Tað er tí greitt, at prísvøksturin og inflatiónin fyrst og fremst hava rakt vanliga føroyska løntakararan.
Tí er neyvan nakar ivi um, at sáttmálasamráðingarnar komandi árini verða truplar, tí ikki er bert neyðugt, at vanliga arbeiðsfólkið fær eina lønarhækking, sum kann geva teimum eina munandi reallønarhækking - arbeiðsfólk skulu eisini hava tryggari starvssetan og trygd fyri einari javnari mánaðarløn. Ja rættin til fasta løn í staðin fyri tímaløn - sum hjá nógvum ger, at lønin sveiggar alt ov nógv. Slík óstøðug løn ger, at tað er trupult – ja nærum ógjørligt - hjá tímaløntum at fáa lán tá tey skulu seta búgv.
Higartil hevur arbeiðsgevarasíðan víst aftur at gera sáttmála, sum tryggjar, at fólk hava rætt til at gerast fastlønt, men hetta er og verður eitt heilt avgerandi krav hjá okkum í arbeiðarafeløgum.
Og stuðulin frá limunum er altavgerandi fyri, hvussu sterk fakfeløgini standa mótvegis arbeiðsgevarasíðuni, tá vit aftur skulu samráðast um hetta. Tú, sum virkin limur í tínum fakfelag kanst gera ein mun og ávirka samfelagið rætta vegin. Møt til fundir hjá tínum fakfelagi og ger tína ávirkan galdandi. Vís í verki, at tú sum arbeiðsfólk vil geva títt íkast til, at føroysku fakfeløgini eisini framyvir hava styrki til alsamt at betra um umstøðurnar hjá føroysku arbeiðarafjøldini.
Á sama hátt sum onnur áðrenn okkum hava staðið saman og tryggja okkum tey arbeiðskor vit hava í dag, eiga vit eisini at standa saman, fyri at tryggja teimum, ið eftir okkum koma, enn betri arbeiðskor. Tað eru okkara børn, ið skulu vera á arbeiðsmarknaðinum tey næstu árini – lat okkum standa saman. soleiðis at vit kunnu geva teimum ein enn betri arbeiðsmarknað.
Takk fyri – og góðan arbeiðaradag ynski eg tykkum øllum.
- Tórshavn, 1. mai 2023