Aðalfundur Føroya Arbeiðarafelags 2018
07.03.2018

Aðalfundur Føroya Arbeiðarafelags 2018

Áður fráboðaði aðalfundur felagsins verður fríggjadagin 9. mars 2018 í hølum felagsins.

Dagsskráin á fundinum verður sambært grein 12 í lógum felagsins:

  1. Frágreiðing um virki felagsins í farna ári
  2. Framløga av grannskoðaðum ársroknskapi við fíggjarstøðu til góðkenningar
  3. Val av grannskoðara
  4. Ásetan av løn til formannin
  5. Ásetan av løn til hinar nevndarlimirnar
  6. Ásetan av limagjaldi fyri komandi ár
  7. Møgulig innkomin uppskot
  8. Val av nevndarlimum
  9. Val av 3 tiltakslimum til nevndina
  10. Val av formanni
  11. Val av næstformanni
  12. Ymiskt
  13. Orðaskifti

Nevndin