Aðalfundur hjá Eftirlønargrunni Føroya Arbeiðarafelags
10/01/2017

Aðalfundur hjá Eftirlønargrunni Føroya Arbeiðarafelags

Aðalfundur grunsins verður leygardagin 11. Februar kl. 12.00 á Hotel Hafnia, Tórshavn.

Uppskot til aðalfundin skulu vera nevndini skrivliga í hendi innan 30. Januar 2017.

Dagsskrá sambært § 5, stk. 5 í viðtøkum grunsins og møgulig viðtøkubroyting

1)   val av fundarstjóra

2)   frágreiðing frá nevndini um farna ár

3)   framløga av ársroknskapi við grannskoðaraátekning til góðkenningar

4)   val av nevnd

5)   val av grannskoðara

6)   innkomin uppskot

7)   ymiskt

Aftaná 30. Januar 2017 kunnu limir grunsins síggja møgulig innkomin uppskot á skrivstovu felagsins.

Nevndin