Aðalfundur hjá Eftirlønargrunni Løntakaranna
31.03.2021

Aðalfundur hjá Eftirlønargrunni Løntakaranna

(samanlagdu grunnarnir Eftirlønargrunnur Føroya Arbeiðarafelags og Eftirlønargrunnur Havnar Handverkarafelags)

Aðalfundur grunsins verður fríggjadagin 16. apríl 2021 kl. 10.00, á Hilton Garden Inn, Staravegur 13, 100 Tórshavn.

 Dagsskrá sambært § 5, stk. 5 í viðtøkum grunsins:

1)   val av fundarstjóra

2)   frágreiðing frá nevndini um farna ár

3)   framløga av ársroknskapi við grannskoðaraátekning til góðkenningar

4)   val av nevnd (valdir/tilnevndir verða 7 nevndarlimir og 3 tiltakslimir í ár)

5)   val av grannskoðara

6)   innkomin uppskot, m.a. nýggjar viðtøkur, sum samtyktar eru á aðalfundum í

Eftirlønargrunnur Føroya Arbeiðarafelags og Eftirlønargrunnur Havnar

Handverkarafelags at galda fyri samlagda grunnin.

7)   ymiskt.

Nýggju viðtøkurnar eru dagførdar og broyttar í sambandi við at grunnarnir verða lagdir saman, og broytingarnar fevna í høvuðsheitum um hvør kann møta og atkvøða á aðalfundi og val og tilnevning av nevndarlimum.

Limirnir í grunninum hava høvi at síggja viðtøkubroytingarnar við at venda sær til skrivstovu grunsins.

Uppskot til aðalfundin skulu vera nevndini skrivliga í hendi innan 9. Apríl 2021.

Heitt verður á feløgini, um at boða frá luttøku innan 9. Apríl.

Eftirlønargrunnur Løntakaranna