Áheitan á løgtingið: Vísið tykkara vald
10.12.2020

Áheitan á løgtingið: Vísið tykkara vald

Feløgini í Samtak heita inniliga á løgtingslimir um at leita innara hjarta fram, og ikki at skerja tey, sum hava mist arbeiðsførleikar sínar? Tað mátti verið onkur frægari jólagáva at givið fólki, sum bera brek, eru slitin, sjúk ella av onkrari aðrari orsøk hava mist ein part av arbeiðsførleikunum. Tit nýtast ikki vera ein stempulmaskina hjá Elsbeth Mercedis Gunnleygsdóttir, landsstýriskvinnuni í almannamálum

Fakfeløg uppliva hvørt ár, at fólk noyðast heilt ella partvís at gevast á arbeiðsmarknaðinum áðrenn tey eru fólkapensjónistar. Hetta er týpiskt fólk, sum fáa ein arbeiðsskaða ella eru slitin á arbeiðsmarknaðinum. Eisini rakar sjúka mangan meint, og summi bera brek, sum ger, at tey ikki kunnu arbeiða fulla tíð undir vanligum treytum.

Vit uppliva ofta at fólk, ið vera rakt av ymiskum sjúkum, so sum krabbamein, heilatøpp o.s.fr.. fáa seinárin, sum ger, at tey ikki kunnu upptaka arbeiði aftur á sama hátt. Nøkur noyðast heilt av arbeiðsmarknaðinum meðan onnur kunnu nýta sín restarbeiðsførleika og koma undir skipanina við tillagaðum størvum.

Eisini hevur sjúkan, skaðin ella arbeiðsóhappið mangan við sær, at eyka útreiðslur eru til heilivág, og til ymiskar viðgerðir ið kunnu linna – eitt nú fysioterapi, ergoterapi ella kiroprakti – ella til eyka útgerð. Eisini er kostnaðarmikið hjá teimum sum búgva uttanfyri miðstaðarøkið at ferðast til viðgerðir og heilsubót.

Skipanin hevur riggað

Skipanin við tillagaðum størvum er ein sólskinssøga, sum landsstýrið og samgongan nú ætlar at oyðileggja við ógvusligum skerjingum í lønarískoytinum. Hetta sparir landskassanum nakrar fáar 100.000 krónur, men er ein vanlagna fyri teir løntakarar hetta rakar.

Í dag fáa tey í skipanini við lønarískoyti sáttmálasetta løn fyri arbeiði, og tey forvinna júst tað sama sum starvsfelagin ger fyri sama slag av arbeiði.

Soleiðis verður ikki framyvir, um Elsbeth Mercedis Gunnleygsdóttir, landsstýriskvinna, fær sín vilja, tí tá vera fólk í tillagaðum størvum skerd í lønarískoytinum við inntøku omanfyri 2000 kr. Verandi í skipanini vera eisini skerd og stavnsbundin.

Fyri einstaka løntakaran, fyri arbeiðsplássið, fyri familjuna, heilsuverkið og samfelagið alt er løgið, at landsstýriskvinnan ikki sær vinningin í, at fólk royna at nýta sín arbeiðsførleika.

Hóast landsstýriskvinnan ikki sær vinningin, so nýtast tit í løgtinginum ikki vera stempulmaskinur, men heldur taka tykkum tað valdið tit hava, og vísa í verki, at tit eru fegin um, at fólk, sum bera brek, fólk sum eru rakt av sjúku, arbeiðsskaðum o.s.fr.. framvegis royna at geva sítt íkast – hetta skulu tey sjálvandi lønast fyri, og fáa somu sáttmálaásettu løn sum øll onnur.

Samtykkja tit uppskotið, sum fór ígjøgnum aðru viðgerð týsdagin, so eru tíðiliga signalið frá tykkum til nógvar av lønarbólkunum, at tey vera ikki virðismett sum aðrir løntakarir. Hetta fer at ganga hart út yvir ymiskar lønarbólkar - arbeiðsfólk við starvsaldri, sum eru nógv skerd, sjúkrarøktarfrøðingar, lærarar, handverkarar, bussførarar, heilsurøktarar o.s.fr..

Politikkur nýtist ikki vera hjartaleysur. Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður við heilsumálum legði eitt uppskot fram um heilsutrygd, sum rakti meint hjá kroniskt sjúkum. Landsstýrismaðurin viðgekk ein feil og tók uppskotið aftur.

Tit í løgtinginum kunnu vísa sama hjartalag í mun til fólk í tillagaðum størvum og fella uppskotið ella senda tað aftur í nevnd og rætta brekini í tí. Tað hevði verið einasta jólagávan, ið sømir seg at geva fólki, sum hóast tey eru skerd, stríða seg til arbeiðis.