Arbeiðsgevarar hava ikki rætt at senda fólk til hús uttan løn bert tí tey eru komin heim úr útlondum
31.08.2020

Arbeiðsgevarar hava ikki rætt at senda fólk til hús uttan løn bert tí tey eru komin heim úr útlondum

Eingin smittutilburður hevur verið í Føroyum í rættuliga langa tíð, men vit hava frætt at einstakir arbeiðsgevarar hava noktað at lata fólk møta til arbeiðis fyrr enn tey eru kannaði aðru ferð, tvs  6. dagin eftir at tey eru komin heim til Føroya.

Vit skulu vísa á, at hvørki sambært lóg ella sáttmála hava arbeiðsgevarar rætt at nokta fólki at møta til arbeiðis, við tí avleiðing at tey onga løn fáa, bert við tí grundgeving, at 6 dagar ikki eru farnir síðani fólk eru komin heim til Føroya.

Um limur í felag okkara verður koyrdur til hús ella fær boð um ikki at møta til arbeiðis, so skulu vit heita á hann/hana um skjótast tilber at venda sær til felag okkara, so vit kunnu taka málið upp.

Føroya Arbeiðarafelag