Arbeiðskvinna fekk 190.000 í endurgjaldi vegna kynjamismun
12.09.2022

Arbeiðskvinna fekk 190.000 í endurgjaldi vegna kynjamismun

Føroya Arbeiðarafelag lat í 2021 Javnstøðunevndini kæru vegna arbeiðskvinnu, sum metti seg hava verið fyri missmuni í sambandi við, at hon hevði verið í barsilsfarloyvi.

Tá barsilstíðarskeiðið var av, fekk kvinnan at vita, at hon ikki longur skuldi røkja starvið, sum hon hevði áðrenn hon gjørdist við barn, men at hon framyvir skuldi arbeiða sum vanligt arbeiðsfólk.

Javnstøðunevndin staðfesti 06.04.2022, at arbeiðsgevarin ikki hevði prógvað, at uppsøgnin ikki var grundað á barsilin, og nevndin avgjørdi tí at talan var um brot á grein 6, stk. 5 í javnstøðulógini. Nevndin álegði samstundis arbeiðsgevaranum at gjalda arbeiðskvinnuni endurgjald, svarandi til løn í 25 vikur, og við eftirløn  var talan um kr. 190.320,60.

Kvinnan hevði frammanundan fingið staðfest í Vinnukærunevndini, at sami arbeiðsgevari ikki hevði hildið skyldur sínar, sambært lógini um setanarprógv, og hon fekk eisini endurgjald fyri hetta brot.

Talan var tí í hesum føri um brot á bæði lógina um setanarprógv og brot á javnstøðulógina.

Føroya Arbeiðarafelag metti at slíkar endurgjaldsupphæddir ikki skuldu skattast, men hesum var Taks ikki samt við okkum í, men aftaná drúgt brævaskifti, viðurkendi Taks í skrivi dagfest 23.08.2022, at talan ikki var um skattskylduga inntøku.

Vit í Føroya Arbeiðarafelag, eins og limur okkara, fegnast um at vit fingu viðhald bæði í Vinnukærunevndini og Javnstøðunevndini, og at tað nú er staðfest, at slíkar endurgjaldsupphæddir ikki skulu skattast.

Hetta mál er eitt dømi um, at allir arbeiðsgevarar framvegis ikki tykjast at virða tey rættindi, sum løntakarar hava sambært galdandi lógum.