29.06.2025
Broyting í sjúkragrunni Føroya Arbeiðarafelags
Broyting í sjúkragrunni Føroya Arbeiðarafelags
Tann 1. juni 2025 hækkaði útgladið úr sjúkragrunni Føroya Arbeiðarafelags úr 750 kr. um vikuna upp í 1.250 kr. um vikuna.
Møguligt er at fáa útgjaldið í 12 vikur.
Allir limir felagsins sum eru sjúkrameldaðir í meir enn 8 vikur, og sum seinastu 12 mánaðirnir hava goldið limagjald til Føroya Arbeiðarafelag, hava rætt at fáa útgjald úr grunninum.
Seti tykkum í samband við Føroya Arbeiðarafelag ella lokala felagið fyri nærri kunning.
Føroya Arbeiðarafelag