Føroya Arbeiðarafelag 100 ár
25.11.2025

Føroya Arbeiðarafelag 100 ár

Nú hava vit verið runt um í landinum, og hildið hugnakvøld fyri limum, í samband við at Føroya Arbeiðarafelag fyllir 100 ár 18. decembur í ár 🇫🇴
Tað var lekkurt ábit at fáa, sum Gutti Winther borðreiddi við, og lekkur lagkaka, smákøkur og frukt v.m. var omaná🥳
Helgi Eidesgaard greiddi frá stóra bókaverkinum hann hevur skrivað, har hann tekur saman um tey 100 árini hjá Føroya Arbeiðarafelag 📚
Signar og John sungu nøkur góð løg fyri okkum og kvøldini endaðu við góðum kjaki um farnu tíðina, og hvat framtíðin hevur at bjóða 💯💪
Takk fyri nøkur góð hugnakvøld 🤩
Í samband við at bókaverki nú er komið í sølubúðinar, hava limir hjá Føroya Arbeiðarafelag møguleika at keypa bókaverki fyri ½ prís, sum er 350 kr. fram til 16.12.2025.
Hetta ber til hjá limum, við at venda sær til skrivstovuna á tlf. 312101/fafelag@fafelag.fo, ella at koma inn á gólvið á Stoffalág 17, frá kl. 9-13.00 mán-fríggjadag.
GG. Ikki møguligt at gjalda kontant.
Bókaverki fæst annars til keyps runt um, í ymisku bókahandlunum fyri 700kr.
Ein sera góð jólagáva ;)