FRÍTÍÐARLØNIN NÆRKAST
26.04.2023

FRÍTÍÐARLØNIN NÆRKAST

Sum løntakari, hevur tú lógartryggjað krav upp á frítíðarløn av allari løn, sum tú fært. Frítíðarlønin er antin 12% omaná lønina, og so heldur tú frí uttan løn, ella er tað eitt frítíðarískoyti á 1,5% omaná lønina, og so hevur tú rætt til frí við løn - tó er hetta seinna bert galdandi fyri fastlønt.