Hjálparpakka fyri privata arbeiðsmarknaðin
17/03/2020

Hjálparpakka fyri privata arbeiðsmarknaðin

Arbeitt verður í løtuni við einum hjálparpakka fyri privata arbeiðsmarknaðin, soleiðis at teir løntakarar, sum vera raktir í inntøku av serligum umstøðum nú Korona smittan herjar her á landi eru tryggjaði eina inntøku.

Uppskot eru á veg í løgtingið, sum tryggja løntakaran, um inntøkan verður skerd, um viðkomandi noyðist í sóttarhald ella um viðkomandi gerst sjúkur.

Broytingar vera tískil bæði í lógini um Als og í sjúkradagpeningalógini.

Annars eru vanligu leiðreglurnar galdandi í sáttmálanum millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Limir hjá Føroya Arbeiðarafelag, sum arbeiða í privatu vinnuni:

• Verður arbeiðstíðin hjá tær avmarkað í samband við Korona skalt tú í serligu skipanina í arbeiðsloysisskipanini, sum veitir lønarískoyti (nærri upplýsingar koma um hetta í vikuni, og verður skipanin galdandi frá 12. mars 2020.)
• Gerst tú sjúkur fært tú pening úr sjúkradagpeningaskipanini
• Er barnið hjá tær sjúkt, ber til at fáa úr sjúkradagpeningaskipanini samsvarandi skipanini um “barnsins fyrsta sjúkradag”

Ert tú í iva um tíni rættindi ber til at senda eini boð til fafelag@fafelag.fo ella at ringja á skrivstovuna á 312101.

Vit fylgja gongdini og dagføra so hvørt.