Limir í FA nýtast einki gera
20/12/2018

Limir í FA nýtast einki gera

Um ársskiftið koma ymiskar lógarbroytingar í gildið í sambandi við pensjónsnýskipanina.

Limir í Føroya Arbeiðarafelag nýtast IKKI at gera nakað í hesum sambandi.

Eftirlønargjaldið skal arbeiðsgevarin framvegis rinda afturat lønini á konto 9181-480.302.9 í Betri Banka.

Gjaldið fer í trygga Eftirlønargrunn Føroya Arbeiðarafelags, sum allir limir í felagnum eiga og fáa lut í, tá ið tey gerast pensjónistar.

Hetta er galdandi fyri øll, sum arbeiða innan sáttmálaøkið hjá Føroya Arbeiðarafelag, óansæð aldur.

Gleðilig jól og eitt eydnuberandi nýggjár!